Anæstesideild
Fyrisiting
Fysiurgiska deild
Føðideild
Goymsla
Kardiologisk starvsstova
Køkur
Leiðbeining / telefonskiftil
Pínuklinikk
Portørdeild
Rannsóknarstova/Laboratorium
Klinisk biokemi
Klinisk Mikrobiologi
Blóðbanki/klinisk Immunologi
Gevið blóð
Vegleiðingar til rannsóknarskipanina
Røntgendeild
Seingjadeild
Skurðdeild
Tekniska deild
Vaskarí
Rannsóknarstovan er ein tænastudeild, sum ger kanningar av innløgdum og ambulantum, eftir tilvísing frá lækna. Eftir tørvi verða eisini blóðroyndir tiknar heima hjá sjúklingum.

Leiðandi bioanalytikari: Marit Holm teldupostur: marho@ssh.fo tlf: 343300 lokal 3270..

Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi umfatar hesi øki
Kliniska biokemi, blóðbanka/kliniska immunologi og kliniska mikrobiologi.
 
Rannsóknarstovan
Deildin er normerað til 6 starvsfólk, og er mannað við leiðara og 5 bioanalytikarum í ymiskum starvsbrøkum. Bioanalytikararnir skiftast til at manna tey ymisku økini, umframt at arbeiða í vaktum. Gerandisdagar starvast 4 bioanalytikarar á rannsóknarstovuni. Eftir kl 15 gerandisdagar er 1 bioanalytikari í tilkallivakt. Vikuskifti, sunnu- og halgidagar er somuleiðis 1 bioanalytikari í tilkallivakt.  
Tilkalluvaktin tekur blóðroyndir, EKG, útflýggjar blóðproduktir og ger kanningar í klinisk biokemi og immunologi/blóðbanka. Í sambandi við trauma verða fleiri bioanalytikarar tilkallaðir eftir tørvi. 

Rannsóknarstovan hevur opið: 
mánadag - fríggjadag:     kl. 08:00 - 13:00

Flaggdagin, grundlógardagin og ólavsøkuaftan er stongt.   

Rannsóknarstovur kring landið hava opið:
Vágur:            týs & tórs    kl. 09:00 - 11:00
Tórshavn:       mán - frí.      kl. 08:00 - 14:00 
Klaksvík:        mán - frí.     kl. 08:00 - 10:00
Runavík:        týs.          kl. 08:30 - 10:00
Gøtudali:        tórs.             kl. 08:15 - 09:30

Samband við rannsóknarstovuna
Rannsóknarstovan: tel 343300, lokal 3270, lab@ssh.fo

Útskriva skjalið